Næmingaráði hevur skipað seg
Fyri stuttum var næmingaráðsval á skúlanum. Fleiri næmingar vóru uppstillaðir og lyftini vóru nógv og ymisk. Men tá avtornaði gjørdist Gunnar Eihilt Sivertsen út B17b tann stóri sigursharrin við ikki færri enn 120 atkvøðum. Hann fekk nærum 100 atkvøður fleiri enn nummar 2 á listanum.
Valluttøkan var 74,5% ella 373 av 499 næmingum.
Her er úrslitið av næmingaráðvalinum:
- Gunnar Eihilt Sivertsen, B17b. 120 atkv.
- Rói Zachariassen, N16x. 37 atkv.
- Jansý Fredriksberg, N16y. 31 atkv.
- Sámuel Emilsson Abrahamsen, N18x. 22 atkv.
- Bárður Petersen, N17y. 22 atkv.
Eykalimir: Eva Poulsen, H16a. 21 atkv. & Petur Anker Poulsen, B17a. 20 atkv.Nú hevur nevndin so skipa seg og ikki óvænta gjørdist Gunnar Eihilt Sivertsen formaður. Hini í nevndini eru Sámuel Emilson Abrahamsen, næst formaður, Bárður Petersen, Skrivari, Jansý Frederiksberg, Kassameistari og Rói Zachariasen er Nevndalimur. Eitt tað fyrsta tiltaki sum nevndin skipar fyri er árliga miðnámsveistlan sum eftir ætlan verður 17. novembur. Meir kunning kemur seinni.Vit ynskja nevndini blíðan byr.