Pisufundur á Gøtusandi

Mikudagin 26. juni var árligi pisufundurin hildin á sandinum í Syðrugøtu. Fuglafjarðar hornorkestur spældi og røður vóru hildnar. Fitt av fólki var komið til pisufundin, og tað var ein vøkur sjón at síggja tær á leið 150 pisurnar lið við lið á sandinum.

Hanna Jacobsen, næmingur, var orðstýrari.

Emma Nagurset Langgaard helt røðu vegna næmingarnar, og hon kann lesast her

Beinir Johannesen, løgtingsmaður og formaður í Fólkaflokkinum, helt gestarøðuna, sum kann lesast her

Kristfríð Tyril tók myndir.