Próvtøkur, húgvur og summargleði
Hesa seinastu vikuna hevur fagnaðurin verið stórur, tá ið húgvan loksins kundi setast á høvdið hjá næmingunum á seinasta árgangi á Kambsdali. Seinasta mánaðin hava næmingar sitið í sveittabroti og fyrireikað seg til próvtøkur, og tí hevur frøðin verið stór, tá ið punktum kundi setast við 2 og 3-ára-lestur á dalinum. Studentatíðin hjá hesum næmingunum bleiv í stóran mun ávirkað av koronastøðuni, sum Føroyar og allur heimurin bleiv tveittur út í – men nú bíða framtíðin og møguleikarnir eftir nýggju bjartskygdu pisunum av Kambsdali.
Mong prógv
Fríggjadagin 24. juni fáa 141 næmingar prógv á teimum fýra breytunum – hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt. Tær flestu pisurnar eru kvinnur – 102 í tali. Og 39 mannfólk fáa prógv í ár. Fyrr í vikuni fingu harafturat seks næmingar á Serbreytini prógv á einum hátíðarhaldi; og 10 FHS-næmingar hava eisini fingið prógv hesa vikuna. Tey hava møguleika at halda á fram á búskaparbreyt komandi árini.
Útbúgving besta virðisløn í Sierra Leone
Seinnapartin mikudagin 22. Juni varð árligi pisufundurin hildin á Gøtusandi. Sára Bertholdsen, næmingur, helt eina frálíka røðu vegna næmingarnar; og næmingarnir á seinasta árgangi høvdu boðið Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, at vera gestarøðari í ár. Gestarøðarin greiddi stóru áhoyrarafjøldini í Syðrugøtu frá, at vit skulu geva teimum high-five, sum komu fyrst á mál. Men vit mugu ikki gloyma at hátíðarhalda tey, sum komu síðst um strikuna. Tey kláraðu tað eisini. Øll hava uppiborið at verða heiðrað, minti Ingilín næmingarnar á, tí vit skulu minnast til, at øll hava ikki havt somu fortreytir.
Ingilín greiddi á Gøtusandi frá einari hending í Freetown í Sierra Leone, har tey leingi høvdu havt trupulleikar av burturkasti. Í áravís royndi býráðið at fáa fólk at broyta hugburð, men einki nyttaði. Síðsta roynd var at skipa fyri eini kapping millum borgararnar í býnum við einum so góðum vinningi, at øll høvdu hug at luttaka. Hetta riggaði. Fólk løgdu alla orku í at burturbeina og skilja burturkastið í vónini um at fáa flotta vinningin. Gestarøðarin greiddi so frá, at vinningurin var skúlagongd! – Nakað sum mong í Føroyum taka fyri givið. Gestarøðarin nevndi, at næmingarnir eru ikki bara BTÚ-maskinur. Hon heitti til seinast á nýfloygdu pisurnar um at bretta upp ermar, gera teirra besta, men eisini at finna gerandis-gleðina. Ansa væl eftir sær sjálvum og náttúruni – men eisini at minnast til at hyggja at Netflix við góðari samvitsku.
Myndirnar eru frá seinastu próvtøkuvikuni – og av Gøtusandi – har næmingarnir hildu árliga pisufundin og hugnaðu sær saman við avvarandi, fyrrverandi næmingum og lærarum – og Fuglafjarðar hornorkestur spældi.