Próvhandan á Serbreytini
Týsdagin 21. juni vóru próvhandanir á Serbreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað seks næmingar, ið fingu prógv.
Hanna Jensen, rektari, og Veronika Petersen, lærari, hildu røðu fyri floygdu pisunum. Judith Sarita Eliasen, næmingur, helt eisini røður. Randi Hansen spældi undir.
Lærarindurnar Hanna, Rúna, Randi og Helena høvdu sang framførslu.
Kristfríð Tyril tók myndir.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku!