Røðan hjá Rigmor Dam

Her kannst tú lesa røðuna sum Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, helt í samband við at FabLab bleiv tikið almennt í nýstlu fríggjadagin.

Góðu tit øll!

»Hvat vilt tú vera, tá tú verður vaksin?«

Soleiðis spyrja vit vaksnu ofta børnini.

Og børnini svara – summi altíð tað sama – og onnur svara skiftandi, alt eftir hvussu lagið er tann dagin.

Men eg veit um ein drong, sum altíð svaraði – tá vaksin spurdu hann, hvat hann vildi vera – at hann vildi vera »uppfinnari«. Altíð varð svarið tað sama.

Og hesin ungi drongurin hevur brúkt tímar og aftur tímar í sínum kreativa horni, har hann hevur gjørt tekningar til alt millum himmal og jørð, sum hann helt vera góð hugskot.

Hann hevur eisini gjørt modell av summum av tingunum burturúr gomlum pappeskjum, tannbustum, íspinnum og ballónum – ella hvat hann nú hevði fyri hondina at gera síni nýuppfunnu ting burturúr.

Tað hevur verið ein frægd at hoyrt um og sæð hansara eldhuga og hansara trúgv uppá, at hetta var tað, hann vildi vera og gera.

Men.. Og tíverri er so ofta eitt men.. Nú er hann næstan vorðin tannáringur. Og nú kemur svarið ikki eins sannførandi longur, tá hann verður spurdur, hvat hann ætlar sær at verða.

Nú yppir hann øksl og svarar drálandi, at tað veit hann ikki..

Hann hevur mist trúnna á uppfinnaradreymin.

Veruleikin hevur rakt hann – og veruleikin er, at vit søguliga hava havt rættiliga siðbundnar lívsleiðir, har nógv rúm ikki hevur verið til teirra, ið hava hugsað øðrvísi.

Tey, ið hava tráað eftir at traðkað uttanfyri tað, sum ”man plagar” hava søguliga ikki havt nógvar møguleikar.

Og hetta, samstundir sum vit vita, at júst tey, sum tora at hugsa ørt og øðrvísi, eisini eru tey, sum hava gjørt tey mest týðandi kvantespringini í søgu menniskjans – hesi sum gingu undan innan tøkniliga menning, nýggjar loysnir og søgulig frambrot.

Og tí gleðir tað meg hjartaliga, nú vit í dag kunnu lata FabLab upp.

Tí okkum tørvar uppfinnarar. Okkum tørvar fólk, sum málrættað seta sær fyri at broyta ting, gera ting øðrvísi og betri – og hugsa nýtt.

Bæði fyri at vit her í Føroyum fáa fleiri ella stinnari búskaparlig bein at standa á, men sanniliga eisini fyri at vit, sum mannaætt, eisini hava vón fyri framman her á jørð.

So ja, lat tey øru sleppa framat!

***

FabLab er eitt óalmindiliga áhugavert og spennandi prosjekt, sum er komið í lag í góðum samstarvi millum skúlan her á Kambsdali, Mentamálaráðið, kommunurnar og vinnulívið í økinum. Og tað var ein fragd, at Løgtingið játtaði pengar til, at seta slíkt á stovn her í Eysturoynni.

Við hesum stásiliga FabLab geva tit ungum uppfinnarum ein møguleika at halda fast um sín dreym.

Her kunnu næmingar, lærarar og eisini øll onnur, sum hava áhuga, koma inn í eitt nútímans spælipláss við alskyns tøkniligum tólum – tøk til nýtslu. Her kunnu øll royna síni hugskot og gera tey til veruleika. Her kunnu vit vera kreativ. Her ber alt til.

Tað – at fáa loyvi at vera kreativ og at hava møguleika at tekna, sniðgeva og so veruliga framleiða ein lut, og síggja hvussu hann riggar beinanvegin – er fantastiska spennandi!

At hugsa øðrvísi og kreativt og at finna snildar loysnir, hevur ongantíð verið meira tiltrongt enn júst í dag, nú vit standa yvirfyri størstu avbjóðing menniskjans nakrantíð við mannskaptu vakstrathúsárinunum og harav avleiddu veðurlagsbroytingunum.

Støðan krevur at tey ørastu og villastu talentini sleppa at royna seg og spretta, og at vit hugsa burðardyggar loysnir í øllum lutum, tað verið seg gjøgnum endurnýtslu, varandi orkukeldur og framleiðsluhættir. Soleiðis ganga vit undan og vísa í verki, at vit virða at tilfeingið er avmarkað, at okkara fremsti valuta er náttúran og at hvør partur er ein týðandi liður í vistfrøðiligu gonguskipanini.

Fyrilitaleys ovurnýtsla og ónyttug hópframleiðsla er ein farin tíð. Og tí eri eg eisini fegin um at vita, at tit, við tykkara kreativu uppfinningarheilum, síggja heimin bæði við økologiskum og økonomiskum brillum – tí framtíðar búskaparvøkstur er sjálvnadi grønur – ella her í Føroyum: Bláur sum havið.

Og tað krevur, at vit hugsa skeivt og øðrvísi.

Ja, at vit lata tey øru sleppa framat!

Góðu umstøðurnar, sum tit nú hava fingið, stimbra undir læring og gransking.

Áhugan fyri tøkni og vísindi verður vónandi eisini størri av tí sama.

Tað er alneyðugt, skulu vit standa okkum sum samfelag á altjóða pallinum, at læring er í hásæti og at vit virða vitan og vísdóm.

Tí er tað gagnligt, at tit hava skipað FabLab soleiðis, at øll, sum ganga við einum góðum hugskoti og einum uppfinnara í búkinum, kunnu koma her at arbeiða og royna seg. Soleiðis  stimbra tit bæði forvitni, skapanarevni og virkishug, ið sum kunnugt eru motiverandi fyri alla læring.

Vit vita, at tað skulu ein rúgva av góðum hugskotum og arbeiðstímum til. Nógvar royndir skulu gerast og ein stórur partur av hugskotunum gerast ongantíð veruleiki.

Menningin liggur í sonevndu mistøkunum – her er loyvt at gera mistøk – ja, tað er beinleiðis ynskiligt!

Tí knappliga er okkurt har: okkurt nýtt. Ein nýggj vøra ella ein nýggj loysn upp á ein kendan trupulleika, og so er grundarlagið har fyri einari nýggjari fyritøku, eini nýggjari tænastu – ja, kanska eini heilt nýggjari vinnu.

So lat endiliga tey øru sleppa at royna seg!

Tað er spennandi at vera her í dag, og tað verður spennandi at fylgja tykkum framyvir.

Og tað er stórt, at tá vit framyvir spyrja børnini, hvat tey vilja vera – og onkur svarar ”uppfinnari” – ja, so kunnu vit nú eggja teimum til at halda fast um dreymin.

Við íverksetarahúsinum í Klaksvík, við íverksetaraundirvísing- og kappingum í fólkaskúlanum, við Hugskotinum í Havn og nú eisin FabLab á Kambsdali, vísa vit í verki, at vit taka tey øru í álvara!

Takk til øll tykkum, sum eru við at gera hesa verkætlan til veruleika, og takk fyri, at eg var boðin við til hesa hátíðarløtu í sambandi við, at FabLab letur alment upp í dag.

Hjartaliga til lukku við FabLab – og blíðan byr.