FabLab tikið alment í nýstlu

Í dag var almenn móttøka á skúlanum í sambandi við, at FabLab var tikið alment í nýtslu. Páll Isholm, rektari, bjóðaði vælkomin og nýtti høvið at takka øllum, sum hava verið við til at gera FabLab til veruleika.

Rigmor Dam, Landstýriskvinna í mentamálum, helt síðani røðu, har hon legði áherðslu á týdningin av at geva ungum íverksetarum bestu møguleikar og umstøður at gera síni hugskot til veruleika. 

Síðani røddu umboð fyri fyri Eystur Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu og fyri privatu vinnuna um, hvønn týdning og hvørjar møguleikar, FabLab kann hava fyri vinnuna og nærumhvørvið sum heild.

At enda takkaði Jóannes Djurhuus, leiðari á FabLab, fyri, áðrenn hann vísti almenninginum runt á verkstovuni.

Á facebook síðu skúlans ber til at síggja fleiri myndir frá móttøkuni.