Serbreytin: Her grør um gangandi fót
Tá Serbreytin á Kambsdali varð sett á stovn í 2015, byrjaðu 6 næmingar og 3 lærarar á skúlanum. Nú góð 3 ár seinni eru 20 næmingar og 7 lærarar á breytini.
Eitt umboð fyri heimasíðuna var og vitjaði á serbreytini herfyri. Vit fingu eina felagsmynd (omanfyri) av teimum, sum vóru í skúla hendan dagin. Onkur næmingur og lærari vóru á yrkislæruvitjan í Havn hendan dagin og eru tískil ikki við á myndini.
Næmingarnir hava uppliva nógv hesi seinastu árini. Breytin hevur í mest møguligan mun roynt at lagt seg so tætt uppat rútmuni á skúlanum. Tað vil so siga, at tá serligir dagar hava verið á skúlanum, so hevur serbreytin luttikið, har tað hevur verið gjørligt. Nevnast kann millum annað, at næmingarnir hava verið við til árliga ítróttardagin á skúlanum, og hevur havt verkætlanarviku, tá hinar breytirnar hava havt tað. Tá hinar breytirnar fyri heystfrítíðina vóru á námsferð, vóru árgangir 2015 og 2016 eisini á námsferð hesa vikuna. Tey vóru í Edinburgh, og hetta var ein serliga væleydnaður túrur, sum gjørdist eitt minni fyri lívið. (sí mynd niðanfyri)
Seinastu tvey árini hevur breytin somuleiðis havt samstarv við serbreytina á Tekniska skúla í Klaksvík í ítrótti. Einaferð um mánaðan er breytin á Kambsdali í Klaksvík til fullpower og annanhvønn mikudag er breytin úr Klaksvík í høllini á Kambsdali til ítrótt. Hetta hevur verið við til at geva næmingunum møguleika at økja vinarskaran, og gevur somuleiðis møguleika til eina fjølbroyttari undirvísing.
Næmingarnir trívast sera væl á skúlanum og eru eisini við til at betra um trivnaðin á skúlanum. Tá serligir dagar eru á skúlanum, ger breytin vaflur til allan skúlan. Hetta kann vera t.d. evnisvikur og verkætlanarvikur.
Hetta er 4. árið hjá serbreytini, og tað merkir samstundis, at næmingarnir, sum byrjaðu í 2015, verða lidnir í summar, og tað gleða tey seg nógv til. Møguleiki verður hjá næmingunum at keypa sær húgvu, sum er sama húgvan fyri allar Serbreytirnar í landinum. Tó hevur hvør skúli sítt egna búmerki. Næmingarnir á Kambsdali koma tí at hava vøkru ternurnar á húgvuni. Serbreytapisurnar koma eins og hinar pisurnar at luttaka á sandinum í Syðrugøtu í summar. Her fara tey í summar at skriva søgu, tí hetta er fyrsti árgangur, sum verður liðugur á serliga skipaðum miðnámi.
Á heimasíðuni hjá skúlanum stendur um serbreytina:
“Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Innihaldið á serbreyt er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi. Undirvíst verður í smáum bólkum. Útbúgvingin er ætlað at vara í 4 ár við heldur styttri skúladegi enn vanligt.”
Til ber at lesa meira um breytina við at trýsta á her.
Til ber at síggja ein film, sum næmingar í miðlakunnleika gjørdu um breytina við at trýsta á her.
Myndirnar niðanfyri eru frá vafludegnum, sum serbreytin skipaði fyri áðrenn heystferiuna.