”Síðsti dropin” sigraði!

”Síðsti dropin” sigraði!

Aftur í ár skipaði Nám fyri stuttfilmskappingum við støði í heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Hesaferð var støði tikið í heimsmáli nummar seks, sum er reint vatn og reinføri. Kappingin var bæði fyri flokkar og bólkar í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi.

Miðlakunnleiki B holdið saman við Magna Høgnesen valdu at gera sítt íkast til filmskappingina. Úrslitið gjørdist stuttfilmurin “Síðsti Dropin”, sum tók útgangstøði í einum framtíðarheimi, har veðurlagsbroytingar hava broytt livikorini hjá fólki í Evropa og serliga í Føroyum.

9 filmar luttóku í filmskappingini, har dómsnevndin kjósti “Síðsti dropin”, sum vinnaran av kappingini. Næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali, sum gjørdu filmin, eru Anna Katrin Mohr, Anne Greta Jógvansdóttir Hansen, Dávid Æðustein Busk, Eir Aviaya Mikkelsen, Helena Elvadóttir Joensen og Maria Mohr.

Dómsnevndin lýsti filmin soleiðis: “Frá byrjan verða vit í ljósi og ljóði drigin inn í eitt ófrættakent horror umhvørvi, sum verður staðfest, tá høvuðspersónurin tekur familjumyndina fram og setur hana í vindeygað. Nú eru vit við og søgan hevur fangað okkum. Tíðindini, sum tey enn lurta eftir, bera boð um, at stongt er fyri vatninunum, og hóast tíggjutúsund eru møtt til mótmæli, vil hin ráðandi fúrstin ella løgmaður ikki luttaka í bandaðari samrøðu. So tætt er framtíðin við okkara samtíð. Og tá høvuðspersónurin hevur lagt seg, men hoyrir onkran pikka á dyrnar, er tað ein lítil genta, kanska úr einum fremmandum landi, men í hvussu er merkt av sótt. Hon fær einki at drekka, hóast bikarið er tómt. Einki. Og har sleppur søgan okkum, opin og sterk. Hvat er hetta, sum pikkar á dyrnar og vil siga okkum nakað? Her er styrkin í filmiskari frásøgn. Tí vinna næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali við stuttfilminum.”

Vit ynskja næmingum og lærara hjartaliga tillukku við heiðrinum og teimum 30.000 krónunum.