Spennandi NordPlus vitjan á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali er hesa vikuna karmur um eina NordPlus verkætlan. Samstarvsfelagar úr Finnlandi og Svøríki vitja skúlan eins og okkara næmingar í N16x fingu høvið at vitja bæði Finnland og Svøríki fyrr í hesum skúlaárinum.
NordPlus verkætlanin ber heitið “Nordic Culture, Language and Identity”, og eru tað 10 næmingar av Hagagymnasiet í Borlänge, Svøríki, 10 næmingar av Miðnámsskúlanum Salon Lukio í Finnlandi og 10 næmingar av Miðnámi á Kambsdali, sum luttaka í hesi verkætlan. Hesa vikuna samstarva gestirnir við okkara næmingar um mál, mentan og samleikan í einum norðurlendskum høpi. Í hesum seinasta umfarinum av verkætlanini koma næmingarnir eftir ætlan at arbeiða skapandi við einum ítøkiligum listaverki.
Umframt at arbeiða skapandi eru ymiskar útferðir á skránni sum t.d. ein túrur niðan á Støðlafjall. Eisini fara næmingarnir ein túr til Havnar, har tey millum annað vitja á SEV og í Listaskálanum. Harafturat royna tey vitjandi ymiskt virksemi sum er serstakt í Føroyum, har tey t.d. sleppa at royna seg í einum árabáti og at vitja eitt spinnarí.
Vit ynskja okkara gestum úr Finnlandi og Svøríki vælkomin og vóna, at tey fáa nakrar góðar og gevandi dagar í Føroyum.
Fleiri myndir frá vitjanini í Føroyum finnur tú við at skriva #nord1718 á Facebook.