Enn ein væleydnað málferð í Paris
Flaggdagin, sum var fríggjadag, fór ferðalag av fransktnæmingum og fransktlærarum skúlans til víðagitna og vakra høvuðsstaðin í Fraklandi, Paris. Hetta hevur verið ein siðvenja í fronskum á Miðnámi á Kambsdali í mong ár.
Leingi høvdu tey glett seg og loksins upprann løtan, har ferðalagið savnaðist á flogvøllinum í Vágum og fór umborð á flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fleyg beinleiðis til Charles de Gaulle-flogvølllin við franska høvuðsstaðin. Endamálið var at koma inn í fransktmæltan heim og venja tað, sum er lært á skúlabonki, í veruliga lívinum og harvið kveikjast at læra meira og at fyrireika seg til próvtøkuna. Og her skal høvið verða nýtt at takka øllum hjartaliga, sum á ymsan hátt hava gjørt ferðina møguliga!
Umleið kl.17 kom ferðaliðið við metrolinju nr. 5 til Place de la République, har farið varð av metrotokinum og síðani upp á kenda býarplássið, har Marianne-standmyndin við áskriftini Liberté, Égalité, Fraternité stendur.
Hotellið varð skjótt funnið, og skjótt og lætt vórðu vit innskrivað, settu viðførið og fóru beint í holt við løgdu skránna: størri parturin fór til fótbóltsdyst á Parc des Princes stadion, har Paris Saint-Germain spældi ímóti Lyon, meðan nakrar fóru ein túr at hyggja seg um í býnum, eta eina máltíð og spáka í m. a. økinum Marais.
Tá dysturin var liðugur – tíverri taptu PSG – hittust øll við Trocadéro, har útsýnið til blaktrandi Eiffeltornið er serliga gott. Síðani varð farið heim á hotellið eftir ein hendingaríkan ferðadag.
Leygardagin var listasavnið Louvre fyrst á skrá, og har fekk mangur næmingur eina serliga uppliving – antin tá tey sóu íbúðina hjá Napoléon Bonaparte, ella tá tey sóu víðagitna málningin hjá Eugène Delacroix: La Liberté guidant le peuple, ella la Joconde, ofta nevnd Mona Lisa, eftir Leonardo da Vinci – ella kanska la Lecture eftir Pierre Augiste Renoir.
Aftan á var gott við eini baguette-tvíflís og onkrum góðum at drekka, sum varð notið sum pique-nique í havanum Jardin des Tuileries.
Síðani varð farið ígjøgnum havan og út til la Concorde og so ein stuttan túr við metro niðan til Arc de Triomphe, Triumfbogan, at síggja grøvina hjá ókenda hermanninum og nakrar áskriftir um krígsstøður, sum Frakland hevur verið í.
Spákað varð oman eftir Champs-Élysées, og síðani varð farið til Quartier Latin at eta. Har royndu fólk alt frá sniglum til leyksuppu, frá burgarum til crème brûlée og sitrónkaku. Og so varð farið í bát, sum sigldi eftir ánni Seine, og tá fingu næmingar og lærarar veruliga sungið allar teir fronsku sangirnar, sum sungnir eru í undirvísingini seinastu árini: “Aux Champs-Élysées”, “On est Champions – On est tous ensemble”, “La vie en rose”, “Paris sera toujours Paris”, “La Seine (un Monstre à Paris)”, “Je ne regrette rien”, “Alouette” og aðrar. Ein sera lívsjáttandi løta í parisisku kvøldarluftini á ánni.
Hvíldin kom væl við á hotellinum eftir ein langan hendingaríkan dag.
Sunnumorgun varð farið til messu í Sacré Coeur basilikuni á heygnum Montmartre. Veðrið var gott og aftur var pique-nique á skránni í bønum uttanfyri, aftaná kirkjutíð. Síðani varð farið upp í tornið le dôme, har útsýnið yvir Paris er sera gott. Og so gekk leiðin til Place du Tertre, har listafólk sita og mála hvønn dag, og har lagið er gott, og løtan kanska tann rætta at eta eina crêpe, ein glace (ís) ella fáa ein góðan sterkan café.
Men síðani gekk leiðin oman til kaffistovuna des 2 Moulins, sum liggur ímillum Moulin de la Galette og Moulin Rouge. Men tað serliga við hesi kaffistovuni var heldur víðagitni filmurin um Amélie, næmingarnir hava sæð, og sum í stóran mun fer fram inni á júst hesi kaffistovu. Tað var eisini sjón fyri søgn, tá ferðalagið kom innar og sá diskin, vesið, veggirnar o.a. Har neyt ferðalagið ein millummála, og síðani varð farið oman at síggja Pigalle og Moulin Rouge.
Haðani gekk leiðin til kirkjugarðin Cimitière de Montmartre, har m.a. gravirnar hjá tónlistarligu hjúnunum, Michel Berger og France Gall vórðu vitjaðar. Harumframt varð farið til grøvina hjá øðrum fronskum tónaskøldum, hana hjá Hector Berlioz og hana hjá Adolphe Adam, sum skrivaði vakra lagið til kenda upprunafranska jólasangin Minuit Chrétiens, sum eitur Oh Holy Night á enskum og Halga nátt á føroyskum. Og soleiðis varð nomið við tónlistatemað, sum er partur av lestrinum.
Viðmerkjast skal, at fyri at koma runt til øll hesi støðini, sum nádd vóru higartil, so var neyðugt at duga væl at nýta Métro-skipanina í Paris og læra hana skjótt, eins og at læra seg strategiir at fáa allan hópin inn í sama tok upp á onga tíð og í sama viðfangi tryggja sær, at øll andlitini sóust umborð. Hetta gekk sum oftast væl og næmingarnir dugdu beinanvegin at fóta sær í Métro de Paris. Metrostøðirnar eru samstundis støð, har fólk vinna sær eitt oyra við at syngja og spæla – eisini inni í sjálvum tokinum. Men summi bidda beinleiðis í staðin. Onnur finna sær náttarblund í einum lýggjum króki ella við onkra útblæsing, har eitt sindur av heitari luft kemur út. Ein uppliving og lærdómur fyri lívið.
Síðani gekk leiðin til dómkirkjuna Notre Dame de Paris, sum fyri stuttum læt uppaftur, tí hon hevur verið undir umvæling í mong ár, av tí at eldur kom í á vári í 2019. Av tí at François pávi júst var deyður, so var serliga nógv fólk í júst Notre Dame hesar dagar og syrgdi hann.
Og seinast á skránni var at vitja la Tour Eiffel, har nakrir valdu at ganga upp ígjøgnum trappurnar til 2.hædd, fyri síðani at taka elavator heilt upp í tornið, meðan tey flestu tóku elevator allan vegin upp. Tað var ein góður endi á eini stuttari ferð við sera nógvum og viðkomandi á skrá og nógvum møguleikum at venja franska málið, eygleiða og sansa eina fransktmælta verð og mentan, áðrenn leiðin gekk heim á hotellið á Boulevard Voltaire og morgunin eftir, mánadag, heimaftur, beinleiðis við Atlantic Airways frá l’Aéroport de Charles de Gaulle og til Vága Floghavn.
23Franskt A/B og Hanna Jensen, fransktlærari
22Franskt A og Hallgerð Brim, fransktlærari

























