Sofus er ársins fyrsta pisa
Sofus er ársins fyrsta pisa
Hetta er tíðin, tá fyrstu pisurnar fara at síggjast í býar- og bygdamyndini. Í morgun klokkan 10 fekk ársins fyrsta pisa, Sofus í Selvindi av Strondum, húgvuna á høvdið eftir lokna munnliga próvtøku í virkisbúskapi.

Uttan at avdúka ov nógv kunnu vit siga, at próvtøkan gekk sera væl. Eftir próvtøkuna var farið útum í góðveðrið, har Sofus sum ársins fyrsta pisa heysaði merkið upp í flaggstongina.

Endaárgangurin á Kambsdali í ár er sera stórur. Gongur alt eftir vild komandi tríggjar vikurnar, so standa 151 nýklæktar pisur á Syðrugøtusandi 25. juni, tá pisufundur verður.

Í dag ynskti rektarin, Christian Joensen, Sofusi til lukku. 27. juni, tá próvhandan verður, sleppur hann at taka í hondina hálvtannaðhundrað øðrum nýklæktum pisum.
Vit ynskja Sofusi hjartaliga til lukku við húgvuni og øllum hinum 150 allarbestu eydnu víðari við próvtøkuni.