Nordplus verkætlan

Hesa vikuna eru átta næmingar av búskaparbreytini úr ávíkavist B19a og B19b á vitjan í Odense. Talan er um eina Nordplus verkætlan, har okkara næmingar arbeiða saman við næmingum frá Tietgen Handelsgymnasium um búskaparviðurskiftir í Føroyum og Danmark. 

Verkætlanin byrjaði í september í fjør, tá donsku næmingarnir vitjaðu á Miðnámi á Kambsdali, har tey eisini vóru á ymiskum virkisvitjanum, millum annað hjá Bakkafrost og SEV. Nú okkara næmingar eru í Odense, er eisini nógv spennandi sett á skrá. Tey byrja við at taka lut á altjóða búskaparfakdegnum á Tietgen Handelsgymnasium, og seinni í vikuni eru eisini fleiri vitjanir á skránni, millum annað kann nevnast Víkingasavnið Ladby í Kerteminde, og sjálvandi er eisini fokus á H.C. Andersen og tann týdning, hann hevur fyri býin.

Vit ynskja føroyska ferðalagnum eina góða viku í Odense.