Johannes fekk heiðursbræv

Á myndini eru frá vinstru: Helena Hansen, støddfrøðilærari, Sigrun Skálagarð, støddfrøðilærari, Johannes Timotheus Fonsdal Mikkelsen, næmingur og Hanna Jensen, rektari.

Johannes Fonsdal Mikkelsen, sum gongur á náttúrubreyt á Miðnámi á Kambsdali, hevur fingið heiðursbræv fyri gott úrslit í Georg Mohr støddfrøðikappingini 2022. Heiðursbræv verður givið teimum, sum fáa gott úrslit í 2. umfari.

Tilsamans 1139 næmingar úr øllum tí danska ríkinum komu víðari til 2. umfar í kappingini. Ímillum hesar vóru tríggir næmingar, sum luttóku av Miðnámi á Kambsdali. 187 fingu heiðursbræv fyri gott úrslit, og tey 59 bestu komu víðari til 3. umfar. Ein av luttakarunum av Kambsdali,  var ímillum teirra, sum fingu heiðursbræv.

Rektarin, Hanna Jensen, Johannesi heiðursbrævið á lítlari samkomu á bókasavni skúlans í morgun, har lærari hansara í støddfrøði, Sigrun Skálagarð, eins og samskipari skúlans í Georg Mohr kappingini, Helena Hansen, luttóku.

Støddfrøðinæmingar, floksfelagar og onnur komu at fegnast saman við Johannesi, og er hetta besta prógv um, hvussu gott og stimbrandi tað er at geva næmingum høvi at royna seg í serligum átøkum og kappingum innan teirra áhugaøki.

Vit gleðast og ynskja Johannesi hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og lærarum og fyriskipara góðan arbeiðshug við verkinum framhaldandi at menna kunnleika og førleikar í støddfrøði.