Fastalávint og samrøða við næmingar á HF í Klaksvík 

Klaksvíkar HF-skeið er partur av Miðnámi á Kambsdali, men heldur til í bygninginum hjá Tekniska Skúla í Klaksvík. Fastalávintsmánadag skipaði skúlin fyri kvøðing. Hetta varð gjørt við fleiri dansiringum á Kambsdali og einum í Klaksvík. Veðrið var kalt og illfýsið, so tað var deiligt at dansa seg heitan við føroyskum dansi. 

Í Klaksvík dansaðu vit inni á hugnaliga bókasavninum, og nakrir næmingar á øðrum ári skipaðu dansin. Vit kvóðu m.a. Santa Simeon og Burtur á heiði. Aftaná fingu vit leskiligar fastalávintsbollar frá kantinuni á Kambsdali og hugnaðu okkum saman. 

Vit hava tosað við tveir næmingar, sum ganga á fyrsta ári, um hvussu tað er at ganga á HF í Klaksvík.

Áron Dahl er 24 ára gamal og úr Klaksvík. Fyri hann er flokkurin ein stórur partur av grundini til, at honum dámar væl at ganga á fyrireikingarbreyt (sum HF nú formliga eitur). Tað er gott samanhald, serliga millum dreingirnar í flokkinum. Tað, sum er strævið, er at møta tíðliga um morgunin.

Áron fortelur at hann valdi HF í Klaksvík, tí hann ætlar sær at gerast námsfrøðingur og við breytini fyrireikingarbreyt ber tað til. Honum dámar væl at arbeiða við børnum og sigur: “Eg havi arbeitt tríggjar fantastiskar mánaðar í barnagarði og vil geva børnunum eitt mannfólk at síggja upp til.”

Spurdur, um hann hevur nakra yndislærugrein, svarar Áron, at lívfrøði og enskt eru tær mest áhugaverdu.

Elisabet Mikkelsen er 23 ár og úr Klaksvík. Hon greiðir frá, at hon valdi at ganga á HF í Klaksvík fyri at fáa eina útbúgving. Fyrireikingarbreyt røkkur langt og ger, at mann hevur fleiri møguleikar í framtíðini.

Spurd, um hvussu henni dámar at ganga her, svarar hon: “Mær dámar væl at ganga her, flokkurin er fittur og deiliga lítil. Øll hava uppá onkran máta samband við hvønn annan.”

Yndislærugreinin hjá Elisabet er støddfrøði, og hon hevur framtíðarætlanir um antin at gerast skrivstovufólk ella formaður á einum fiskavirki. Hon arbeiðir longu á kósini í frítíðini, og kundi hugsa sær at hildið fram við tí.