Eg skrivi – á Kambsdali
Hósdagin í døgurðasteðginum verður spennandi upplestur á Miðnámi. Tá fer yrkjarin Lív Mariu Róadóttir Jæger at lesa upp úr verkinum Eg skrivi á vátt pappír upp saman við einari ljóðsenografi, sum elektroniski listamaðurin Lasse Thorning Jæger hevur gjørt til tekstirnar
Yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír kom út á Forlagnum Eksil í 2020 og fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2020. Yrkingasavnið var eisini í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021, og kom út í danskari týðing eftir Erik Skyum-Nielsen á forlagnum Batzer og co í september 2021.
Silja Aldudóttir sigur soleiðis um yrkingasavninum í ummæli í mentanarritinum Varðanum:
“Tekstirnir eru løddir við iva um tað, sum er sagt, skrivað ella ósagt, og altíð kundi verið øðrvísi, og burtur úr tí koma fínligar, forvitnisligar orðingar sum: ert tú sjúk omma? spyrja vit ikki / tá hon gongur út á vesið”
“Tekstirnir eru á henda hátt opnir, leitandi og viðhvørt merktir av angist. Tað er fyri mítt viðkomandi ongin ivi um, hvat styrkin í tekstunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger er, og hvat tað er, sum ger teir serstakar: tað er hennara máti at skriva formliga nýhugsandi tekstir, sum bæði eru heimspekiliga grundandi og sansaligir og poetiskir í senn.”
Tiltakið verður í auluni frá 11.30 til 11.55, og allir næmingar og lærarar eru vælkomin.