85 næmingar og 25 fyritøkur kýttu seg

Í vetur hava miðnámsnæmingar úr øllum landinum arbeitt við hugskots- og virkismenning, og í dag skuldi slagið standa. Í morgun klokkan 9 fór tiltakið Ungt virki 2026 av bakkastokki á Miðnámi á Kambsdali, tá rektarin á Kambsdali, Christian Joensen, setti tiltakið. Í nýggju stásiligu miðhøllini høvdu 85 ungdómar frá morgunstundini stákast við at fáa básarnar hjá teimum 25 fyritøkunum klárar. 

Í allan dag hava næmingarnir selt sína vøru og roynt at sannført dómararnar um, at júst teirra vøra og fyritøka eigur at vinna heiðurin sum ársins unga virkið 2026.

Eftir framsýning, framløgur og meira framsýning seinnapartin vóru endaligu vinnararnir kosnir klokkan gott trý seinnapartin.

Vinnarin í ár var Safe Hike, sum er ein app, ið skal gera tað tryggari at ferðast í føroysku náttúruni.

Nummar tvey var Lýsi loysn, sum er eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, ið skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi.

Nummar trý var Ventra, sum hevur skapt eina vøru, ið skal økja um førleikan at venja, uttan at fáa livurhøgg.

Ungt virki er afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Komandi ár verður tiltakið hildið á Glasi. Endalig dagfesting er ikki ásett enn.