Í morgin, fríggjadagin 6. mars, verður Ungt Virki á Kambsdali. Hetta er ein afturvendandi kapping, har ið undir miðnámsskúlanæmingar kappast um hugskot og íverksetan.
Næmingabólkar úr øllum landinum standa við básar, har teir vísa fram hugskot, vørur og tænastur. Ein dómsnevnd vitjar básarnar og metir um avrikini.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja skúlan og ungu vinnuspírarnar.
Skráin fyri dagin er hendan:
08.00 – 09.10 Bólkarnir prýða básin hjá sær
Skúlin bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni
09.10 – 09.25 Christian Joensen, rektari setir Ungt Virki 2026
09.25 – 09.30 Stutt kunning um kappingina og praktisk viðurskifti
09.30 – 10.30 Dómarar vitja teir 24 básarnar
10.30 – 11.45 Framløgur hjá luttakandi bólkum – fyrri partur (4. min. pr. bólk)
11.45 – 12.15 Døgurðasteðgur – skúlin bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni
12.15 – 13.15 Framløgur hjá luttakandi bólkum – seinni partur (4. min. pr. bólk)
13.15 – 14.30 Samrøður við dómsnevndina (uml. 10 min. pr. bólk)
13.15 – 15.10 Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum
14.30 – 15.10 Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum
15.10 – 15.25 Vinnarin verður kosin



