Á súkklu úr Berlin til Kambsdal

Fyrr í vikuni høvdu vit eina spennandi vitjan á skúlanum av Lukas Sentner úr Berlin, sum júst hevur súkklað úr Berlin heilt til Nordkapp.

Lukas hevur gist hjá nógvum ymiskum fólki meðan hann vitjaði her á leiðini. Lukas, sum hevur eina BA-útbúgving sum verkfrøðingur, var sera hugtikin av at fáa høvið at prátað við næmingar okkara á bæði enskum og týskum. – Og hann fekk eisini høvið at uppliva FabLab, har hann gjørdi sær eina bikingboundlessly t-shirt. Les meira um hesa sermerktu verkætlanina við at vitja facebook síðuna hjá Lukas við at trýsta á her.

Lukas vitjaði eisini morgunsendingina hjá Kringvarpinum. Soleiðis skrivar kringvarpi vitjanina:“Dreymarnir eru grundleggjandi teir somu í øllum londum, eg havi vitjað”, sigur ungi týskarin.

23 ára gamli Lukas Sentner, sum býr í Berlin, súkklaði herfyri úr Berlin, har hann býr, og allan vegin til Norðurnorra.

Á ferðini, sum tók 34 dagar, hitti hann fólk og fekk tey at greiða frá sínum dreymum.

Ferðin er partur av átakinum Dreams are borderless hjá Barnagrunni Sameindu Tjóða.

Biðin um at taka saman um drúgva súkklutúrin, sigur Lukas Sentner, at orðið hugni lýsir hann best.

Hann hevur upplivað hjartagóð fólk allastaðni.

Tá hann kemur aftur til Týsklands er ætlanin at geva ferðafrásøgn út í bók.

Tú kanst síggja myndir og lesa meira um ferðina bæði á facebook og instagram.

Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á her.