Næmingar á vijan í Finnlandi
Í eina góða viku hava fimm næmingar frá Miðnámi á Kambsdali arbeitt í Kalajoki, Finnland, í sambandi við eina Nordplus Junior verkætlan.
Næmingarnir hava hesa vikuna fingið holla vitan um grøna ferðavinnu í Kalajoki, har tey serstaklig kannaðu eitt gistingarhús og eitt kurstað (spa).
Út yvir at hava ment seg fakliga, so hava hesir fimm næmingarnir á búskaparbreytini eisini fingið høvið at gista hjá einari vertsfamilju. Hesin møguleikin hevur givið okkara næmingum eitt gott innlit í mentanina og gerandisdagin hjá vertsfólkunum.
Leygarkvøldið lendu okkara næmingar í Vágunum. Komandi vitjan verður á Kambsdali, tá ið arbeitt verður við sama evni, grøn ferðavinna. Vit gleða okkum at fáa vitjan úr Finnlandi, Letlandi og Íslandi í apríl 2019.
Fylg arbeiðnum á Instagram Nordplusgreen.
#nordplusgreen
#búskaparbreytin18a
#Kambsdalur.fo