Næmingar kanna plankton á Skálafjørðinum
– eftir Dánjal Petur Højgaard, lærara í lívfrøði.
5-mannafarið “Calanus” hjá Miðnámi á Kambsdali hevur støð í Søldarfirði, og var leygardagin, 15. september ein túr á Skálafjørðinum og tók plankton-sýnir. Plankton umfatar tey bæði fyrstu liðini í føðiketuni í sjónum. Tí hevur hesin parturin av lívinum í havinum alstóran týdning fyri, hvussu støðan er hjá øllum fiskasløgum í komandi árum. Harvið hevur plankton-lívið eisini avgerandi ávirkan á føroyska búskapin.
Hvat er so “plankton” fyri nakað? Lívfrøði-Hástig-flokkarnir, Lív A1 og Lív A2 hava í eina tíð sett seg inn í hav-vistfrøðina og við hesum kom so eisini tørvurin á at kanna nærri, hvat býr aftanfyri fakliga heitið “plankton”. Næmingarnir hava mikroskoperað, fotograferað og flokkað tað, teir fingu fatur á.
Niðanfyri er ein mynd av nøkrum av næmingunum frá túrinum og eisini tvey dømi um, hvørji sløg av plantu-plankton og djóra-plankton, ið funnin vórðu.