Akademi próvhandan
Týsdagin 22. juni varð lítið hátíðarhald hildið, í sambandi við at tveir næmingar, Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni og Charlotta Mikkelsen, gjørdu seg heilt lidnar við Akademiútbúgvingina, sum tey hava tikið á Kambsdali. Útbúgvingini endar við størri uppgávu. Á hátíðarhaldinum segði rektarin, Hanna Jensen, nøkur orð – og síðani var lítil samkoma í forhøll skúlans. Tað er Steinunn á Geilini Sivertsen, sum hevur havt um hendi samskipanina av útbúgvingini, og sum næmingarnir altíð kunna venda sær til. Hon var eisini við á hátíðarhaldinum týsdagin.
Vit ynskja Armgarð og Charlottu hjartaliga til lukku!