Próvhandan á Serbreytini
Týsdagin 22. juni vóru próvhandanir á Serbreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað tríggir næmingar, ið fingu prógv.
Hanna Jensen, rektari, og Ruth Norðgerð Sevdal, lærari, hildu røðu fyri floygdu pisunum. Allan Mortansson Haraldsen og Gunnar Einarsson Justinussen, næmingar, hildu eisini røður. Maria á Lakjuni sang og Eyðun á Lakjuni spældi undir.
Kristfríð Tyril tók myndir.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku!