FHS próvhandan
Týsdagin 22. juni kl. 11 vóru fyrstu próvhandanirnar í Miðnámi á Kambsdali. Tað vóru næmingarnir í FHS (yrkisnámi), sum fingu handað prógv.
Hanna Jensen, rektari, og Doris Djurhuus, lærari, hildu røðu fyri floygdu FHS’arunum. Randi Hansen sang og Eyðun á Lakjuni spældi undir.
Kristfríð Tyril tók myndir.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku!