Akademiútbúgvingin byjar í septembur

Enn eru pláss eftir á akademiútbúgvingini sum byrjar í septembur. Talan er um lærugreinarnar ‘Leiðsla í verki’ og ‘Búskaparstýring í verki’.

Akademiútbúgvingin á Kambsdali – Stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv, og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í komandi ella verandi starvi.

Samlaða lestrartíðin er 3 ár og telur 60 ECTS stig.

Undirvísingartíðir:
Leiðsla í verki: Týskvøld 18:00 til 21:20
Búskaparstýring í verki: Hóskvøld 18:00 til 21:20

Nærri kunning um útbúgvingarnar sæst her. Ella við at venda sær til skúlan á tel. 61 08 00.

Umsóknarblaðið finnur tú her.