Tá Økotussi bleiv doyptur

Í samband við eina grein sum vit eru í gongd við at skriva til árbókina hjá skúlanum, komu vit fram á hesa myndina. Økutussi er navni á bátinum sum verður brúktur til at gera ymiskar lívfrøðiligar kanningar við. Vit halda at myndin er tikin á Toftavatni í 1989. Gentan sum stendur við økotussa eitur Lis Gøthe. Kanska onkur annar kennir seg aftur á myndini?

Hetta versið bleiv skriva/lisið upp í samband við hátíðarløtuna tá Økotussi bleyv doyptur.

“Lítil, reyð jolla so fitt her liggur

Studentaskúla ein stuðul so dyggur

Signing tær fylgi og eydnan hin fríða

Hvar tú enn ferðast um Toftavatn víða

Næmingar skalt tú um Toftavatn bera

Økotussi navn titt skal vera.”