Sjúkt sunn

Hósdagin 30/8 og fríggjadagin 31/8 sluppu yvir 200 næmingar á skúlanum at síggja leikin “Sjúkt sunn”, sum Tjóðpallurin ferðast runt í Føroyum við.

Leikurin er ætlaður bæði ungum og vaksnum, og vóru nógvir av næmingunum hugtiknir av leikinum, sum snýr seg um gentuna Emiliu, foreldur hennara, og hvussu tey royna at finna sítt pláss í meldrinum av kunning um hvat er sunt og hvat ikki er.

Vit takk Tjóðpallinum fyri vitjanina.