Næmingar fingið DELF prógv í fronskum
Aftur í ár hava nakrir næmingar Miðnámi á Kambsdali tikið DELF test og fingið prógv um eitt ávíst støði í fremmandamáli. Myndirnar eru av Magnusi Tróndheim, sum er ein av fyrstu næmingunum á Búskaparbreytini á Kambsdali, sum lesur franskt, og sum Páll Isholm, rektari handaði DELF prógv í dag.
Talan er um altjóða viðurkendu royndina í fronskum, sum franski staturin bjóðar út, og sum verður hildin í 174 londum um allan heim fyri at vátta málsligu førleikarnar hjá teimum, sum læra franskt.
DELF er eftirspurd sum prógv uppá kravdar málførleikar til upptøku til útbúgvingar og til starvssetanir, har franskt mál er viðkomandi ella ein fyrimunur. DELF stendur fyri “Diplôme d’études en langue franҫaise”. Málroyndin er skipað eftir felags europeiskum leisti, les nærri á http://www.coe.int/t/dg4/linguistic/Cadre1_en.asp)
Royndin snýr seg um at døma um teir fýra samskiftisførleikarnar: at skilja skrivað franskt, at skilja talað franskt, at skriva franskt og at tosa franskt, og Miðnám á Kambsdali bjóðar roynd í “DELF scolaire” í hesum trimum torleikastigum:
A1, A2 og B1, har A1 er lættasta stig. Hesi trý stigini svara til førleikar, sum tey, sum lesa franskt á føroyskum miðnámi á ymiskum stigum, hava møguleika at venja og læra í sambandi við ella eftir sína útbúgving í Føroyum.
Fransktlærararnir á Miðnámi á Kambsdali, Hallgerð Brim og Hanna Jensen, eru góðkendir próvhoyrarar og próvdómarar til DELF royndirnar – skúlaðar frá franska stovninum, Institut Franҫais, í Keypmannahavn. Næstu royndirnar verða komandi vár. Hevur tú spurningar um royndirnar, um tey ymisku torleikastigini ella annað hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at skriva ella ringja til:
Hallgerð Brim: hab@kambsdalur.fo / telefon 250953
Honnu Jensen: hje@kambsdalur.fo /telefon 211057