Úrslitið av næmingaráðvalinum

Týsdagin var næmingaráðsval á skúlanum. Gunnar Eihilt Sivertsen út B17b gjørdist stóri sigursharrin við ikki færri enn 120 atkvøðum. Hann fekk nærum 100 atkvøður fleiri enn nummar 2 á listanum.

Valluttøkan var 74,5% ella 373 av 499 næmingum.

Niðanfyri ber til at síggja úrslitið av næmingaráðvalinum. Vald vóru: 

  1. Gunnar Eihilt Sivertsen, B17b. 120 atkv.
  2. Rói Zachariassen, N16x. 37 atkv.
  3. Jansý Fredriksberg, N16y. 31 atkv.
  4. Sámuel Emilsson Abrahamsen, N18x. 22 atkv.
  5. Bárður Petersen, N17y. 22 atkv.

 Eykalimir: Eva Poulsen, H16a. 21 atkv. & Petur Anker Poulsen, B17a. 20 atkv.Í næstum fer nevndin at skipa seg. Vit ynskja nevndini blíðan byr.