KFS á Kambsdali

Á Miðnámi á Kambsdali er ein felagsskapur sum eitur ‘KFS á Kambsdali’. KFS stendur fyri Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm, og er ein felagsskapur sum er í flestum miðnámsskúlum í Føroyum. Í KFS verður tað skipað fyri andaktum fyri tey lesandi, og eisini tvær árligar legur. Miðnám á Kambsdali hevur eina KFS nevnd við 5 av næmingunum sum ganga her. Tey møtast regluliga til fundir, og skipað fyri andaktunum.

Andaktstíðirnar á Kambsdali eru hesar:

Mánadag 9:40-9:55

Annan hvønn mikudag (stakvika) 11:25-11:50

Fríggjadag 9:40-9:55

Andaktirnar eru í tónleikasstovuni í skúlanum.

Á facebook síðuni hjá KFS á Kambsdali ber til at fáa meira kunning um felagsskapin.