Beinta Løwe lagt bók fram á skúlanum

Beinta Løwe, sum vit kenna best sum tíðindafólk í Kringvarpi Føroya, hevur í dag havt bókaframløgu á skúlanum. Hon hevur júst útgivið bókina “Kvinnur í landspolitikki – Valrættur í eina øld”.

Bókin er skriva í samband við at tað í ár eru 40 ár liðin síðan kvinnur fyrstu ferð vórðu valdar í Løgtingið. Kvinnur í Føroyum fingu valrætt til kommunuval í 1909 og til løgtingið í 1916. Í samrøðu við Dimmalætting sigur Beinta: “Í dag halda fólk, kanska serliga tað yngra ættarliðið, tað verða sjálvsagt, at kvinnur hava valrætt. Man veit kanska ikki so nógv um søguna, og at tað ikki altíð hevur verið so”.

Næmingarnir vóru sera hugtiknir av fyrilestrinum hjá Beintu, og tá fyrilesturin var liðugur, vóru fleiri næmingar sum høvdu spurningar til Beintu.

Skúlin takkar Beintu fyri vitjanina.

Á myndini niðanfyri síggja vit rektaran, Páll Isholm og Beintu Løwe.