Norðurlensk bókasavnsvika

mde

Í gjár var hugnaligur upplestur á Miðnámi á Kambsdali. Bókasavnið er aftur í ár partur av norðurlensku bókasavnsvikuni saman við 2000 øðrum bókasøvnum ymsastaðni í heiminum. Tríggir tekstir verða valdir út hvørt ár, og hesir verða lisnir upp í viku 46. Teksturin, ið lisin var í morgun, var ‘tey sum ikki eru til’ (2014) hjá Simon Stranger, og upplesturin var fyri innbodnum. Vit gleðast um at verða partur av tiltakinum, og næmingar vóru væl nøgdir. “Ein hugnalig løta” og “Ein deilig kensla at kunna hugsavnað seg um ein tekst uttan at verða forstýra av teldum og fartelefonum “.

Meira kunning um bókasavnsvikuna sæst á: www.nordisklitteratur.org