Serbreytin fingið høsnarungar

Tað hendir sera nógv á serbreytini. Nú hava tey fingið høsnarungar sum búgva í einum búri á skúlanum. Nógv koma framvið at forvitnast um hvussu ungarnir hava tað. Fyrr í vikuni var barnagarðurin á Kambsdali á vitjan. Tey vóru sera spent at síggja hesar forkunnugu høsnarungarnar. Næmingarnir á serbreytini vóru spent at taka ímóti gestunum, og tey dugdu sera væl at greiða frá.