Bergmann lokið námsfrøðiligu útbúgvingina
Mánadagin 2. november 2020 fullførdi Bergmann Finnsson námsfrøðiligu útbúgvingina. Bergmann undirvísir í landafrøði, samfelagsfrøði og søgu á Miðnámi á Kambsdali.
Bergmann hevur undirvíst í fleiri ár á Kambsdali, og í farna skúlaár slapp hann umsíður framat at taka námsfrøðiligu útbúgvingina. Ástøðiligi parturin varð lokin í juni, men av tí at skúlin varð stongdur eitt drúgt tíðarskeið í vár vegna koronuvanda, varð verkligi parturin ikki avgreiddur endaliga fyrr enn nú.
Miðnám á Kambsdali ynskir Bergmann hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
Á myndini eru frá vinstru:
Vár í Ólavsstovu, leiðari fyri námsfrøðiligu útbúgvingina; Sámal Matras Kristiansen, uttanhýsis metari; Høgni Holm, vegleiðari; Bergmann Finnsson; Magnus Samuelsen, vegleiðari; Hans Mikkelsen, uttanhysis metari og Óli Wolles, námsleiðari.