Fyrr í vikuni var norðuratlantiski studentaflokkurin á ferð í Klaksvík. Vitjað var í Klaksvíkar kommunu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, greiddi frá um kommununa og vinabýarsamstarv hjá Klaksvík. Ein av vinabýunum hjá Klaksvík er Sisimiut, har næmingarnir ganga triðja árið av síni norðatlantisku studentaútbúgving. Eftir vitjanina var farið ein túr við stásiliga Draganum, ið er sera væl egnað til slíkar skúlaferðir.

Dalsvegur 1
Fo-530 Fuglafjørður
+298 610800
kambsdalur@kambsdalur.fo
Eannr. 5797100000096
Vtal: 617121
Miðnámi á Kambsdali bjóðar út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt, serbreyt og FHS á Kambsdali og Fyrireikingarbreyt í Klaksvík.