Valdagur á Kambsdali
Týsdagin var næmingaráðsval á Kambsdali. Skúlahøllin var innrættað sum valhøli og stemmukassin í Fuglafirði læntur til endamálið. Valseðlar eru prentaðir og a-stigsflokkurin í samfelagsfrøði skipaði saman við lærara teirra Bermanni Finnson fyri valinum. Klokkan 12 lótu valhølini aftur og skjótt gekk at telja upp, tí hálvan tíma seinni, var úrslitið klárt. Valluttøkan var 63,9 %
Tey valdu eru Bergur J. Poulsen, Gunnar E. Justinussen, Marianna Hansen, Sámuel E. Abrahamsen og Jóna í Homrum. Sum eykalimir eru Bjørk S. Nolsøe og Emely Rasmussen valdar.
Næmingaráðið virkar eftir serstøkum viðtøkum og fer til verka alt fyri eitt.