Alisfrøði gongur nýggjar leiðir
Tveir av alisfrøðilærarum skúlans, Ragnhild og Christian, eru farin undir eina spennandi fagdidaktiska verkætlan í alisfrøði B. Endamálið er at økja læruúrtøkuna hjá næmingunum og at skapa størri áhuga fyri alisfrøði.
Verkætlanin er skipað soleiðis, at annan hvønn mánadag er felagsundirvísing hjá tveimum náttúrubreytarflokkum í auluni. Møguleiki er at skipa felags fyrilestrar og felags kunning um alisfrøði. Eisini verður munandi lættari at fáa gestafyrilestrar úr vinnuni ella granskingarumhvørvinum, ið sjálvandi er við til at gera lærugreinina enn meira viðkomandi. Við at gjøgnumganga evni á hendan hátt verður tíðin hjá næmingunum at gera royndir og verkætlanir eisini betri.
Í gjár var ástøði til tvær vikur savnað í ein blokk. Evnið hesaferð var bylgjur og ljóð. Næmingarnir fingu ein fyrilestur, nakrar sýnisroyndir (demonstratiónir) og eina eina lítla uppgávu. Nú fara næmingarnir í 14 dagarnar at loysa fleiri uppgávur og gera verkstovuvenjingar inntil tey aftur hava felagsfyrilestrartíma í auluni. Tá verður evnið bylgjur og ljós.
Spennandi verður at fylgja gongdini og úrslitunum av verkætlanini, tí hetta er við til at skapa ein fjølbroyttan og spennandi skúladag á Kambsdali.