190 nýggir næmingar á Trælavatni

Mikumorgunin fóru nýggju flokkarnir á Kambsdali sum vanligt túrin niðan á Trælavatn. Hetta er blivin ein sera hugnalig siðvenja og fastur táttur í innleiðsludøgunum, sum verða fyriskipaðir fyrstu skúladagarnar. 

Í ár ávirkaði korona tó nakað, tí flokkarnir máttu ganga atskildir og høvdu hvør sína grill ogvóru floksvís spjaddir kring vatnið. Men hóast korona, so fingu vit aftur í ár ein góðan trælavatnstúr.

Á Trælavatni hevur skúlin eina jolluna ‘Økotussi’ liggjandi og av og á fara næmingar niðan á vatnið at gera ymiskar royndir í t.d. lívfrøði og landafrøði.