Norðuratlantiski studentaflokkurin byrjaður
Millum teir 535 næmingarnar, sum høvdu sín fyrsta skúladag á Kambsdali í gjár vóru 22 næmingar úr Íslandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum. Hesir 22 ganga í tí fyrsta norðuratlantiska studentaflokkinum, ið er eitt samstarv millum GUX Sisimiut, Gribskov gymnasium, Verzlunarskóla Íslands og Miðnám á Kambsdali. Fyrstaárið hava tey gingið á Gribskov gymnasium. Annað árið ganga tey fyrst á Kambsdali síðani í Reykjavík og triðja árið er í Sisimiut.
Í góðverðrinum týsdagin var flokkurin verið ein túr eftir bygdagøtuni millum Leirvík og Gøtu.