Bestu stuttsøgurnar 2022
Mikudagin 11. mai vóru vinnarnir í skrivikappingini hjá Miðnámi á Kambsdali avdúkaðir og heiðraðir. Í ár var tekstlagið stuttsøga, og dómsnevndin valdi at heiðra tvær søgur við fyrstu og aðru virðisløn. Tilsamans komu 22 stuttsøgur komu inn til kappingina.
Virðislønirnar vóru handaðar á tiltaki, ið var sama dag sum árligi skulkidagurin. Hóast færri vóru í skúla av hesi orsøk, eydnaðist tiltakið sera væl. Marita Terjadóttir Højgaard vann fyrstu virðisløn fyri stuttsøguna “Tit spæla við dukkur!”, og Eva Kalinnikova Samuelsen vann aðru virðisløn fyri stuttsøguna “Tínar avgerðir hava avleiðingar.” Marita las sína søgu upp á tiltakinum, og brellbiti varð lisin úr søguni hjá Evu.
Um stuttsøguna “Tit spæla við dukkur!” segði dómsnevndin:
“Søgan snýr seg um tvey børn, sum fara út at spæla barbiedukkur. Søgan hevur gott, føroyskt mál, og rithøvundurin dugir væl at brúka elegant myndamál, ið skapar dýpd. Søgan lýsir á ein lættan og livandi hátt eina gernadisstøðu, og lesarin verður tikin við inn í spæli við stuttligum staklutum og fangandi lýsingum. Teksturin hongur væl saman og hevur ongar leysar endar.”
Um stuttsøguna “Tínar avgerðir hava avleiðingar” segði dómsnevndin:
“Søgan snýr seg um ein pápan og eina dóttir. Søgan vísir eina ikki óvanliga støðu, har eitt foreldur koyrir eitt rúsað barn heim eina vikuskiftisnátt. Pápin fer eftir dóttrini, sum hevur verið í býnum, og tey koyra heim. Søgan er fyri tað mesta søgd í sjónarhorninum hjá pápanum, og dialogurin millum dóttur og pápa riggar sera væl og er trúligur, og tá pápin setir bilin í gongd fer ferðin í søguni eisini snildisliga upp.”
Limirnir í dómsnevndini vóru Henrietta Arge Jacobsen, Jóhanna Heðinsdóttir Wolles og Dorit Hansen, ið allar eru lærarar á Kambsdali. Harumframt vóru Arnbjørn Dalsgarð og Sámal Soll, sum báðir eru royndir stuttsøgurithøvundar, gestadómarar, nú Miðnám kveikti lív í gomlu siðvenjina at kappast um besta tekst.
Her kunnu tit lesa stuttsøgurnar: