Filmsfagnaðurin 2022
Fríggjadagin 6. mai var árligi filmsfagnaðurin á skránni á Miðnámi á Kambsdali, har filmsverkætlanirnar hjá næmingunum í miðlakunnleika vóru sýndar í Aulu skúlans. Tiltakið hildið í fjórða blokki, og næmingar og lærarar fingu bjóða poppkorn og kips og kaldar sodavatn frá Føroya Bjór.
Dómsnevndin var í ár mannað av Raclip, har stjórin í fyritøkuni, Pætur Høj, var høvuðsdómari. Dómsnevndin metti um filmarnar, og besti heimildarfilmur og besti stuttfilmur fingu eina virðisløn. Tá allir filmarnir vóru vístir, fingu áskoðararnir høvi at atkvøða fyri, hvør filmur skuldi hava áskoðaraviriðslønina.
Hugflogið hjá næmingunum er gott, og tað endaði við, at 11 áhugaverdir filmar vóru við í kappingini. Heimildarfilmarnir viðgjørdu fleiri ymisk evni. Úr rúgvuni kunnu nevnast rúsdrekka og náttarlív, at liva við Parksinson sjúkuni og avbjóðingar hjá tilflytarunum í Føroyum. Fiktiónsstuttfilmarnir fevndu um alt frá gysara, drama og skemt.
Dómsnevndin valdi “10 ár aftur” til besta heimildarfilm. Filmurin lýsir á ein persónligan hátt støðuna hjá John William Joensen, ið hevur Parkinson og fekk eitt nýtt lív eftir eina skurðviðgerð. “Pengaoyðsl” var valdur til besta stuttfilm, sum á ein skemtiligan hátt viðger álvarsemi við at oyðsla við pengum. Áskoðaravirðislønin fór eisini til stuttfilmin “Pengaoyðsl”
Standmyndin, ið vinnararnir fingu, er lasaraskorin á FabLab á Kambsdali.
Filmarnir kunnu síggjast her:
Pengaoysl: https://vimeo.com/705203353
10 ár aftur: https://vimeo.com/711176237