Gentur lesa teldufrøði

,

Í døgunum 19.-20. april 2022 skipaði KU Datalogisk Institut fyri einari FemTech verkstovu, har næmingarnir Ester M. Simonsen og Marianna G. Abrahamsen luttóku vegna Miðnám á Kambsdali.

Ester og Marianna hava skrivað hesa frásøgn frá verkstovuni:

FemTech er ein verkætlan, ið vil broyta fatanina av, hvat tøkni er, og hvørji tey eru, sum fremja menningina innan tøkni. Verkætalnin hevur, sum heitið bendir á, serligt fokus á at fáa fleiri kvinnur at lesa datalogi.

Fyrsta dagin sluppu vit at ganga runt og síggja universitetið, eisini sluppu vit at royna okkum við eitt sindur av forritan. Vit vóru eisini til ein fyrilestur um, hvussu man kann brúka virtual reality til arkitektur. Tað var mega spennandi!

Tann seinna dagin nýttu vit tað í verki, sum vit høvdu lært um forritan. Vit brúktu plantuna Mimosa pudica, sum trekkir seg saman, tá tú nemir hana. Vit gjørdu ein forsterkara, so vit kunda máta broytingar í plantuni. Hesi tølini fingi vit við at seta forsterkaran, sum var settur til plantuna, til eina teldu við programminum “MuEditor”. Royndin varð gjørd fyri at vísa á, hvussu forritan kann setast í samband við náttúruna.

Tá seinni dagurin var liðugur, søgdu vit farvæl við hinar genturnar, sum vit høvdu møtt á skeiðinum. Hetta var ein sera stuttlig og lærurík uppliving hjá okkum!