Á vitjan í føroyska fólkaræðinum

Næmingarnir í B21A og B21B hava júst verið á forkunnugari ferð hjá føroyska fólkaræðinum. Í føroyskum og samfelagsfrøði vitjaðu flokkarnir í Havnini í góðveðrinum 6. mai. Endamálið var, at næmingarnir skuldu læra, hvussu føroyska fólkaræðið er skipað.

Fjórða statsvaldið í Sortudíki

Fyrst bleiv vitjað í Kringvarpinum, har Solby Christiansdóttir (fyrrverandi Handlilskúlanæmingur av Kambsdali) og Jón Brian Hvidtfeldt (fyrrverandi studentur av Kambsdali) tóku ímóti og greiddu væl frá føroyska málpolitikkinum hjá stovninum og arbeiðinum við politiskum tíðindaflutningi. Arbeiðið við at orða ein málpolitikk og arbeiðið við at verja føroyska málið – og ymsu lokalu dialektirnar – er sett á breddan herfyri í Kringvarpinum. Stovnurin hevur júst orðað serligar reglur á økinum, og Solby Christiansdóttir, sum vit annars kenna frá ítróttarsendingini ‘3-2’ og ‘Málteiginum’, hevur verið við í arbeiðinum. Síðani greiddi Jón Brian Hvidtfeldt frá arbeiðinum við politiskum tíðindum og vísti áhugaðu næmingunum runt í húsinum í Sortudíki. Næmingarnir sóu ymisk upptøkuhølir, kontrollrúm, mikrofonir, arbeiðshølið hjá journalistunum og enntá gekkahjólið. Jón Brian Hvidtfeldt fortaldi, hvussu tað var at gera samrøður við teir allar ídnastu politikararnar – og nevndi, at politikarar og journalistar hava brúk fyri hvørjum øðrum.

Á vitjan hjá løgmanni

Síðani fóru flokkarnir oman at vitja løgmann, Bárð Nielsen, sum tók blíður ímóti í Tinganesi – og svaraði millum annað upp á spurningin, hvussu tað var at føra landið trygt í gjøgnum koronafarsóttina. Hetta var ein avbjóðing, sum tey bæði dugnaligu embætisfólkini, Pól Wolles, sum starvast á Løgmansskrivstovuni, og Astrid Reinert Øregaard, sum starvast í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, eisini greiddu næmingunum av Kambsdali nærri frá um, tí korona hevur fylt nógv í umsitingini seinastu tvey árini. Tá ið løgmaður hevði tosað við næmingarnar av Kambsdali í einar 20 minuttir, tóku ungu embætisfólkini yvir og bjóðaðu næmingunum uppá á loftsstovuna í Tinganesi. Astrid er løgfrøðingur, og Pól er stjórnmálafrøðingur, og tey greiddu væl frá arbeiðsuppgávum teirra í politisku skipanini og arbeiðinum við at gera lógir. Tey vístu eisini ferðalagnum av Kambsdali runt í vøkru hølunum í Tinganesi. Og eisini her kundu vit fegnast um, at tey bæði byrjaðu sína víðari útbúgving á Kambsdali. – Og bæði høvdu enntá verið við á politiskum vitjanum sum hesari, tá ið tey gingu á Miðnámsskúla á sinni. Sólin skein, so næmingarnir og lærarar teirra fóru eisini út á sjálvt nesið eina løtu at njóta middagssólina.

Seinasta arbeiðsvikan í løgtingsárinum

Síðani fingu flokkarnir ein góðan bita á Pizza67, áðrenn leiðin gekk í Løgtingið. Løgtingið hevði sínar seinastu løgtingsfundir hesa vikuna. Ferðalagið av Kambsdali fekk sostatt høvið at fylgja við einar 30 minuttir av endabrestinum av løgtingsarbeiðinum hesa setuna. Nakrir bóndur sótu á áhoyraraplássunum, tá ið B21A og B21B trinu inn í løgtingssalin; og tá ið 40-50 næmingar av Kambsdali brádliga settu seg á áhoyraraplássini, lat í onkrum eldri politikara, at nú mundi tað vera Óðalsfelagið, sum kom at ávirka lógararbeiðið! Tað vísti seg, at rektari okkara var í Tinginum, har hon er varðaumboð, og hon kom at heilsa uppá næmingarnar – og tað saman gjørdi Hendrik Old, sum fortaldi næmingunum, at hann hevði sitið øðiliga leingi á Løgtingi – ja so leingi, at eftirnavn hansara loksins passaði!

Síðani vístu Aksel Johannesen og Helgi Abrahamsen, sum flokkarnir høvdu avtalur við, næmingunum runt í løgtinginum. Teir dugdu ótrúliga væl á livandi og skemtiligan hátt at greiða frá tingarbeiðinum, løgtingsfundum, og hvussu tað er at sita ávikavist í andstøðu og í samgongu. Báðir hava teir eisini verið løgmaður og landsstýrismaður, og hetta greiddu teir

eisini næmingunum frá. Teir fortaldu um heimildarlógina at seta revsitiltøk í verk móti russarum, numu við málið um sammøður, sum skapti mikið rumbul í samgonguni fyri hálvum ári síðani – og so hugleiddu teir eisini um arbeiðið, sum nú fer at verða gjørt í flokkum teirra fram móti komandi løgtingsvali, sum nærkast í hvørjum. Eisini í hesum føri, kundu vit erpa okkum eitt sindur av, at talan var um tveir løgtingslimir, sum byrjaðu sína útbúgvingarleið á miðnámsskúlunum norðanfyri, og sum síðani hava lisið løgfrøði og journalistik, umframt at teir hava arbeitt í áravís sum politikarar. – Einasta undantakið á Havnatúrinum í so máta var løgmaður, sum næmingarnir kortini fegnaðust um at møta og práta við – hóast Bárður Nielsen ikki er úr okkara øki, men er úr Vestmanna.

Ovfarnir lærarar

Diana Skoradal, lærari í føroyskum, og Jóannes Næs Petersen, lærari í samfelagsfrøði, skipaðu fyri túrinum, og tey eru ovfarin av at liva í einum fólkaræði, har politikarar, embætisfólk journalistar og enntá ein núverandi løgmaður og ein fyrrverandi løgmaður taka so væl móti næmingunum – og enntá í seinastu arbeiðsviku hjá løgtinginum, tá tey hava allarmest at gera. Og eftir at vit í tvey ár ikki hava kunnað gjørt slíkar fakligar vitjanir vegna koronaavmarkingar, er tað eisini hugaligt, at kunna vitja í Havnini aftur – og enntá í besta sólskini. Nú fer løgtingið í summarfrí…..og næmingarnir til próvtøku. Diana og Jóannes fegnast um at politiska ferðin í Havnini saman við B21A og B21B eydnaðist so væl, og næmingarnir lótu væl at ferðini.