Hvør skrivaði bestu søguna?

,

Mikudagin 11. mai avdúka vit vinnararnar í skrivikappingini hjá Miðnámi á Kambsdali. 22 stuttøgur komu inn, og dómsnevndin hevur valt at heiðra tvær søgur við fyrsta og øðrum og vinningi á ávikavist 6.000 og 4.000 krónur.

Virðislønirnar verða handaðar á tiltaki í auluni í døgurðasteðginum mikudagin 11. mai. Tá verða eisini brellbitar úr næstbestu og triðbestu søguni lisnir upp, og vinnarin sleppur at lesa sína søgu fyri áhoyrarunum.

Tað er langt síðan, at Miðnám á Kambsdali skipaði fyri slíkari skrivikapping, og tað er hugaligt, at so nógvir næmingar hava tikið lut, og at so nógvir góðir tekstir komu inn. Fimm tær bestu søgurnar verða lagdar út á heimasíðu skúlans.

Limirnir í dómsnevndini vóru Henrietta Arge Jacobsen, Jóhanna Heðinsdóttir Wolles og Dorit Hansen, ið allar eru lærarar á Kambsdali, umframt Arnbjørn Dalsgarð og Sámal Soll, sum báðir eru royndir stuttsøgurithøvundar.