Birna staðið verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini
Týsdagin 26. apríl varð Birna Heinesen til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Birna er útbúgvin cand.mag. í donskum og leiklist og hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali og á Klaksvíkar HF-skeiði síðani august 2016. Birna byrjaði námsfrøðiligu útbúgvingina í august 2020, men í 2021 hevur Birna verið í barnsburðarfarloyvi, og hon tók so námsfrøðiligu útbúgvingina uppaftur í januar 2022.
Nikolina Olsen hevur verið vegleiðari hjá Birnu í donskum í einum flokki á Klaksvíkar HF-skeiði. Av tí at Birna er einasti lærari í leiklist á Kambsdali, hevur hon tikið verkliga partin í leiklsit á Glasi undir vegleiðing frá Vár Berghamar Jacobsen. Tíbetur ber slíkt samstarv millum skúlar væl til.
Birna hevur tikið ástøðiliga partin samstundis sum hon hevur tikið verkliga partin, soleiðis sum vanligt er í nýggju námsfrøðiskipanini frá 2019. Ástøðiligi parturin endar við eini skrivligari próvtøku á Námsvísindadeildini móti sumri.
Innanhýsis vegleiðarar vóru í donskum Nikolina Olsen, Klaksvíkar HF-skeið, og í leiklist Vár Berghamar Jacobsen á Glasi. Ann Ellefsen og Jón Thorsteinsson vóru uttanhýsismetarar. Námsleiðari var Óli Wolles.
Vit ynskja Birnu hjartaliga til lukku við próvnum.
Á myndini sæst Birna í miðjuni við blómutyssi. Vinstrumegin á myndini standa undir lið hennara Vár Berghamar Jacobsen, sum hevur verið vegleiðari hennara í leiklist á Glasi og Jón Thorsteinsson, sum hevur verið uttanhýsis metari. Høgrumegin á myndini standa Nikolina Olsen, sum hevur verið vegleiðari í donskum, Ann Ellefsen, uttanhýsismetari frá Glasi, og Óli Wolles, námsleiðari.