Brunaliðið vann ítróttardagin
Mikudagin var árligi ítróttardagurin á Kambsdali. Flokkarnir løgdu nógv fyri. Har var eitt seyðafylgi, ein fuglaflokkur, eitt brunalið, franskir lívsnjótarar, boksarar og mangt mangt annað.



Felagsupphiting var í Ítróttarhøllini
Trý av virðunum, ið virksemið á Kambsdali byggir á, eru virðing, samstarv og nýhugsan. Á ítróttardegnum verður dentur lagdur á hesi. Ítróttarlærarar skúlans skipa kappingarnar, og flokkarnir fara so gjøgnum allar kappingarnar bæði inni og úti. Á leiðini gjøgnum tær 12 kappingarnar royna tey seg móti skiftandi mótstøðuflokkum.























Fjølbroyttar kappingar, stríðsvilji og gott lag
Kappingarnar eru bæði fysiskt krevjandi sum t.d. togtogan og rógving, men krevja eisini snildi, so sum t.d. legobygging. Allar kappingarnar krevja tó samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum og sjálvari uppgávuni.





B23b alias Brunaliðið vann Ítróttardagin 2023
Afturat kappingunum verða stig givin fyri liðanda. Flokkarnir skulu hava eitt tema, gera herróp og annars vísa góðan liðanda. Uppfinnsemið og nýhugsanin í ár vóru stór, og tey flestu høvdu gjørt heilt nógv burturúr. Aftaná kappingarnar bjóðaði skúlin næmingunum ein lættari bita.
Niðanfyri eru myndir av einstøku liðunum/flokkunum:




























