Løgmaður á vitjan
Á Kambsdali var forkunnug vitja mánadagin. Løgmaður, Aksel V. Johannesen vitjaði í Eysturoynni og legði m.a. leiðina inn á Kambsdal. Endamálið við vitjanini var at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

“Tað hevur stóran týdning at brúka orku og tíð upp á at hoyra um góðu søgurnar kring landið og svara spurningum, sum bæði vinna, lesandi og onnur hava til landsstýrið”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á Kambsdali greiddi leiðslan frá virkseminum á skúlanum. Eftir hetta savnaðust næmingar í auluni, har skúlakórið sang, løgmaður segði nøkur innleiðandi orð, og næmingar fingu høvið at spyrja løgmann spurningar um fleiri ymisk politisk evni.

Á Miðnámi á Kambsdali er stór útbygging og umbygging, sum bindur skúlan betur saman við felagsfunktiónum. Sumt er tikið í nýtslu, og løgmaður slapp at síggja fleiri skúlastovur í nýggja partinum av skúlanum.

Stóra skúlakórið á Kambsdali sang fyrr løgmanni og hansara fylgi
Leiðin gekk síðani til Norðfra í Leirvík, har løgmaður vitjaði á virkinum og fekk at vita um framtíðarætlanir hjá fyritøkuni. Dagurin endaði á Rásini í Saltangará, har næmingar tóku ímóti við sangi og vístu nýggju umstøðurnar fram.



