Fíggjarnevndin á kunningarferð

Løgtingsins fíggjarnevnd er javnan á viðkomandi kunningarferðum kring landið. Í gjár var ferðin løgd inn á Kambsdali.

Seinastu árini hevur útbyggingin á Kambsdali verið ein av størru almennu íløgunum. Hon er nú komin undir land, og nevndin vildi sjálvandi síggja hesar nýggju og stásiligu karmar.

Rektarin vísir fíggjarnevndarlimur runt í nýggju kørmunum á Kambsdali

Vitjað var sjálvandi í nýggja og stásiliga náttúruvísindaøkinum.

Christian Joensen, rektari, hevði eina stutta framløgu um virksemi, hugsjónir og møguleikar á Kambsdali. Eisini var vitjað á FabLab á Kambsdali, sum húsast á skúlanum og er ein integreraður partur av skúlans virksemi.

Christian Joensen, rektari, hevði eina framløgu fyri nevndini um virksemi, hugsjónir og møguleikar á Kambsdali
Fíggjarnevndin í nýggja náttúruvísindaøkinum.
Jóannes Djurhuus, leiðari á FabLab á Kambsdali tekur ímóti fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndarlimir royna okkurt nýtt hugskot.