Nordplus samstarv um varandi orku

Í síðstu viku hittust lærarar úr Gribskov Gymnasium, GUX Sisimiut og Miðnámi á Kambsdali í Grønlandi í sambandi við eina nýggja og spennandi Nordplus-verkætlan. Samstarvið snýr seg um at menna undirvísingartilfar í alisfrøði við serligum denti á varandi orku. Vitjanin í Sisimiut var tann fyrsta av trimum. Endamálið er at framleiða nýtt fakligt undirvísingartilfar, sum bæði skal verða viðkomandi fyri næmingar í øllum trimum londunum og samstundis vísa á ymisku møguleikarnar fyri varandi orku í Norðurlondum.

Alisfrøðislærarnir gera fyrireikandi arbeiðið at skriva eina felags fakbók, har grundarlagið er at lýsa varandi orkukeldur í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Soleiðis fáa næmingar bæði eina lokala og eina norðurlendska fatan av, hvussu tilfeingið kann nýtast á burðardyggan hátt. Í Føroyum verður m.a. hugt at sjóvarfalsorku og ætlanini um at gera orkuframleiðsluna 100% grøna innan fá ár. Í Danmark er serligur dentur á stóru vindmyllulundirnar á landi og til havs, meðan Grønland hevur serligar royndir við vatnorku.

Ein týðandi partur av vitjanini í Sisimiut var ein útferð til vatnorkuverkið, sum liggur nakað norðan fyri fyri býin. Hetta verkið varð tikið í nýtslu í 2010 og er eitt av teimum stóru vatnorkuverkunum í Grønlandi. Verkið veitir størsta partin av elframleiðsluni til Sisimiut, og hetta hevur havt stóran týdning fyri at minka um nýtsluna av olju. Eitt týðiligt dømi um, hvussu náttúrligir karmar í Arktis kunnu brúkast á ein burðardyggan hátt.

Á vitjanini fingu lærararnir høvi at síggja og hoyra, hvussu verkið verður stýrt, og hvussu tað er partur av grønlendsku ætlanunum um at minka CO₂-útlátið. Hetta var sera læruríkt og gevur eitt beinleiðis fakligt tilfar til bókina, tí næmingar kunnu fáa eina greiða mynd av, hvussu ein vatnorkuverkætlan verður raðfest og sett í verk í einum lítlum samfelag. Eisini vóru áhugaverdar samrøður við eitt av arbeiðsfólkunum á verkinum, sum greiddi frá møguleikum og avbjóðingum við vatnorku undir arktiskum umstøðum.

Verkætlanin er sprottin úr væleydnaða samstarvinum um tann Norðuratlantiska Studentaflokkin. Í føroyska ferðalagnum vóru Sigrun Skálagarð, faklærari, Magni Høgnesen, altjóða samskipari, og Absalon Matras Sjúrðarson, føroyskt lærari. Absalon undirvísir NGK-flokkin í føroyskum, ið vanliga gongur fyri seg á netinum.