Ein øðrvísi undirvísingardagur

Næmingarnir á FSA høvdu hóskvøldið 02. oktobur ein øðrvísi og læruríkan undirvísingardag, har teir fingu høvi at læra mál bæði í og uttan fyri floksstovuna.

Kvøldið var skipað sum tríggjar verkstovur.

Hjá Jákupi fóru næmingarnir út í eplaveltuna at taka eplir upp.

Í køkinum hjá Jákupbjørg var matgerð á skránni. Næmingarnir skuldu brúka eplini og aðrar matvørur og fylgja eini uppskrift á føroyskum.

Margretha skipaði fyri frálæru um heyst og týdningin av eplum í Føroyum.

Kvøldið endaði við eini felags máltíð.

Við heystkvøðu FSA