Lærari í lívfrøði  

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærara til lærugreinina lívfrøði (C/B/A) at seta sum skjótast.  

Talan er um avloysarastarv fulla tíð fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.

Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.  

Útbúgving og royndir  

Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.  

Persónligir førleikar

Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:  

• at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar  

• at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt  

• at leggja undirvísingina til rættis og leiða undirvísingarstøðuna  

• at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali  

Harafturat verður dentur lagdur á:  

• at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga  

• at tú hevur góðar KT førleikar  

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.  

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudag 12. oktober 2025. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.  

Spurningar um starvið kunnu setast Christiani Joensen, rektara, á crj@kambsdalur.fo   

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo